Movie Night: Where Olive Trees Weep (2024) // Filmskvøld: Where Olive Trees Weep (2024)
Saturday July 13 at 20:00 - 23:00

Movie Night: Where Olive Trees Weep (2024) // Filmskvøld: Where Olive Trees Weep (2024)

by Samhugi við Palestina

[Faroese below]

On Saturday July 13th we invite everyone to Sirkus to watch the new documentary “Where Olive Trees Weep” by Maurizio Benazzo and Zaya Benazzo.

The film, which offers a searing window into the struggles and resilience of the Palestinian people under Israeli occupation, explores themes of loss, trauma, and the quest for justice.

We follow, among others, Palestinian journalist and therapist Ashira Darwish, grassroots activist Ahed Tamimi, and Israeli journalist Amira Hass. We also witness Dr. Gabor Maté offer trauma-healing work to a group of women who were tortured in Israeli prisons.

Ancient landscapes bear deep scars, having witnessed the brutal reality of ancestral land confiscation, expulsions, imprisonment, home demolitions, water deprivation, and denial of basic human rights. Yet, through the veil of oppression, we catch a glimpse of resilience—deep roots that have carried the Palestinian people through decades of darkness and shattered lives.

This emotional journey bares the humanity of the oppressed while grappling with the question: what makes the oppressor so ruthlessly blind to its own cruelty.

Watch the trailer her: https://www.youtube.com/watch?v=-VectWsWc1Q

The screening starts at 8pm and entry is free.

--

Leygarkvøldið 13. juli bjóða vit aftur til filmskvøld. Hesaferð vera vit á ovastu hædd í Sirkus, og vit fara at hyggja eftir nýggja heimildarfilminum “Where Olive Trees Weep” hjá Maurizio Benazzo og Zaya Benazzo.

Filmurin, sum gevur innlit í stríðið og mótstøðuførið hjá palestinska fólkinum undir ísraelsku hersetingini, kannar temu so sum tap, trauma og leitan eftir rættvísi.

Vit fylgja millum annað palestinska journalistinum og terapeutinum Ashira Darwish, grasrótaraktivistinum Ahed Tamimi, og ísraelska journalistinum Amira Hass. Vit síggja eisini Dr. Gabor Maté veita trauma lekjandi hjálp til ein bólk av kvinnum, ið eru blivnar píndar í ísraelskum fongslum.

Fornu palestinsku landsløgini bera djúp arr og hava verið vitni til ein brutalan veruleika av jarðartøku, burturvísing, fongsling, niðurríving av húsum, frátøku av vatni og noktan av grundleggjandi menniskjarættindum. Men handan kúganina hóma vit eisini mótstøðuføri og djúpu røturnar, sum hava borið palestinska fólkið ígjøgnum áratíggju av myrkri og knústum lívum.

Filmurin er ein kensluborin ferð, ið lýsir menniskjaleikan hjá teimum kúgaðu, samstundis sum filmurin stríðist við spurningin: hvat ger ein kúgara so miskunnarleyst blindan fyri sínari egnu grimd?

Sí trailaran her: https://www.youtube.com/watch?v=-VectWsWc1Q

Filmurin byrjar kl. 20.00, og tað er ókeypis atgongd.

Location

Sirkus
2 Gríms Kambansgøta
100 Tórshavn