SCREENING - "Vessel: Past Land, Past Law, Past Permission" and "Abortion: Add to Cart"
Torsdag d. 17. april kl. 19:00 - 22:00

SCREENING - "Vessel: Past Land, Past Law, Past Permission" and "Abortion: Add to Cart"

af Frælsisfylking Anarkistanna

[ENGLISH BELOW]

Sýning av heimildarfilminum Vessel.
17. apríl kl 19:00
Í havn, Tinghúsvegur 7

Stutt um filmin Vessel:
Filmurin viðger virksemið hjá læknanum Rebecca Gompert, úr niðurlendsku aborttrygdarskipanini Women on Waves. Rebecca fekk hugskotið at stovna ein felagskap, sum kundi veita abortrøkt og kunning frá altjóða havi og tryggja kvinnum abort møguleikum, ið tær annars ikki høvdu kunna havt atgongd til, orsaka av anti-abort lóggávum har tey búgva. Serliga leggur filmurin dent á hvussu Rebecca og eitt vaksandi netværk av undirgrundsaktivistum tilogna seg nýggjar tøknisligar snildur, fyri at sleppa rundan um lógina og læra frá sær, hvussu kvinnur trygt kunnu sjálvveita teirra egnu abort við brúk av framferðarhátum, ið eru góðkendar av Altjóða Heilsustovninum.

Vessel bjóðar okkum innlit í hvussu Women on Waves fór frá einum hugskoti, til eina heimsfevnandi rørslu fyri reproduktivt rættvísi, við at leggja fult álit á at kvinnur sjálvur kunnu handfara teirra egnu abort. Hettar er eitt evni ið hevur meira at bjóða uppá í altjóða samtaluna, um lógarvaldi yvir kroppunum og stríðið fyri kropssjálvræði í 2025.

Stutt um filmin Abortion: Add to Cart
Tøknuliga framgongdin seinastu árini, hevur haft við sær at fjarheilsurøkt trygdarskipanir eru blivnar meira atkomiligar og á alnótinum er voksin fram ein abort pillara marknaður, ið krossar lokalar abort reglugerðir. Hesin heimildarfilmurin varpar ljós á sjálvveitta abort við abort pillarunum mifepristone og misoprostol og tær trygdarskipanir ið bjóða hesa fjarheilsurøkt. Filmurin fylgir tveir einstaklingar ið hava tiki abort, Alice og Ari. Alice sjálvveitti sína egna abort við hjálp frá niðurlenska abort trygdarskipanini Aid Access, ímeðan sjálvveitti non-bineri Ari sína abort í eini tíð áðrenn líkar tænastur vóru atkomiligar.

Filmurin hevur sum endamál at eggja til samrøðu um abort veitaratænastum, lógligum avmarkningum og okkara fordómar um hvussu atkomilig abortrøkt sær út. Abortion: Add to Cart ímyndar sær eina framtíð har øll hava atgongd til abort pillarar líka mikið hvussu nógvan ella lítlan stuðul tey ynska við sjálvveittingina.

Stutt um felagsskapin Women on Waves:
Women on Waves var stovnað í ár 2000, við endamálinum at steðga óynsktum graviditetum og ótryggum abortum, við at bjóða seksuella heilsurøkt og tænastur, millum annað medisinska abort við pillarum umborð á einum niðurlenskum skipi, út á altjóða sjógvi og uttanfyri londum har ið abort er ólóglig.

Sjálvt um lógarbroytingar ið loyva abort eru týdningarmiklar, so gevur medisinsk abort við pillarum kvinnum møguleikan at taka ræði yvir egnan kropp líkamiki hvat lóg og læknar siga. Gransking frá Altjóða Heilsustovninum um medisinska abort er løtt, atkomilig og kann bjarga lívinum hjá kvinnum ið tørva abort. Tí leggur Women on Waves og teirra systrafelagsskapur Women on Web dent á

- at hjálpa kvinnum at tilogna sær álítandi kunning um og medisin til sjálvveitta abort yvir netið,
- grasrótar-abort-aktivismu
- og stuðli til tryggar abort telefonlinjur.

Stutt um felagsskapin Aid Access:
Í 2018 stovnaði Rebecca Gompert fjarheilsurøktar trygdarskipanina Aid Access ið síðani 2018 hevur verði við til at veitta yvir 200.000 online abortir í U.S.A. Felagskapurin hevur endamáli at styrkja heilsuna og menniskjarættindini hjá teimun ið tørva abort men ikki hava hesa heilsurøkt atkomiliga har ið tey búgva.

Dagførdar abort tænastur so sum Aid Access ið virka útfrá seinastu abort gransking og viðmælum eru sera tíðningamiklar. Man kan vænta email svar innanfyri nakrar tímar og at abort pillarar eru sendir við postinum innanfyri ein dag.

Sýningin er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Tiltakið er partur av átakinum Abort.fo ið hevur til endamáls at veita ein pall til alternativar røddir ið tala fyri abort rættindi.

Túsund takk til 1. Maj Fonden, fyri at stuðla sýningina.

[ENGLISH]

Screening of the documentary Vessel.
April 17 at 19:00
In Tórshavn, Tinghúsvegur 7

Briefly about the film Vessel:
The film deals with the activities of doctor Rebecca Gompert, from the Dutch abortion safety program Women on Waves. Rebecca got the idea to start an association that could provide abortion care and information from the international community and ensure women abortion opportunities that they would not otherwise have had access to, because of anti-abortion laws where they live. In particular, the film focuses on how Rebecca and a growing network of underground activists acquire new technical skills to get around the law and learn from them how women can safely self-administer their own abortions using procedures approved by the World Health Organization.

Vessel offers us an insight into how Women on Waves went from an idea to a global movement for reproductive justice, by placing full confidence in women's ability to handle their own abortions. This is a topic that has more to offer in the international conversation, about the rule of law over bodies and the struggle for bodily autonomy in 2025.

Briefly about the film Abortion: Add to Cart
Technological advances in recent years have meant that telehealth security systems have become more accessible and an abortion pill market has emerged on the Internet, which crosses local abortion regulations. This documentary highlights self-managed abortion with the abortion pills mifepristone and misoprostol and the safety nets that offer this telehealth care. The film follows two individuals who have had an abortion, Alice and Ari. Alice self-managed her own abortion with the help of the Dutch abortion safety program Aid Access, while non-binary Ari self-provided their abortion at a time before similar services were available.

The film aims to encourage dialogue about abortion provider services, legal restrictions and our prejudices about how accessible abortion care looks like. Abortion: Add to Cart imagines a future where everyone has access to abortion pills no matter how much or little support they want with self-sufficiency.

Briefly about the organization Women on Waves:
Women on Waves was founded in 2000, with the aim of stopping unwanted pregnancies and unsafe abortions, by offering sexual health care and services, including medical abortion with pills on board a Dutch ship, out in international waters and outside countries where abortion is illegal.

Although legal changes allowing abortion are important, medical abortion with pills gives women the opportunity to take control of their own bodies no matter what the law and doctors say. Research from the World Health Organization on medical abortion is easy, accessible and can save the lives of women who need an abortion. That's why Women on Waves and their sister organization Women on Web focus on

- to help women access reliable information and medication for self-managed abortion over the Internet,
- grassroots-abortion-activism
- and support for safe abortion hotlines.

Briefly about the Aid Access organization:
In 2018, Rebecca Gompert founded the telehealth abortion network Aid Access, which since 2018 has been instrumental in providing over 200,000 online abortions in the U.S. The association aims to strengthen the health and human rights of those who need an abortion but do not have this health care accessible where they live.

Up-to-date abortion services such as Aid Access based on the latest abortion research and recommendations are very important. You can expect an email response within a few hours and that abortion pills are sent by mail within a day.

The screening is free, and everyone is welcome.

The event is part of the Abort.fo campaign which aims to provide a platform for alternative voices advocating for abortion rights.

We're grateful for the support from the 1. Maj Foundation for supporting the screening.

Sted

Havnar Arbeiðarafelag
Tinghúsvegur 7
100 Tórshavn